Miðlar & vitlíki2026

Public service · 6. november 2026

Miðlar og vitlíki

Hvussu broytir vitlíki miðlarnar – og hvussu brúka vit tøknina við skili? Ein dagur við norðurlendskum royndum, føroyskum røddum og felags samrøðu.

Ókeypis · tilmelding krevst

FyriskipararKringvarp Føroya×Mentamálaráðið

Um ráðstevnuna

Tøknin flytur seg. Vit taka samrøðuna.

Vitlíki broytir longu arbeiðið á miðlastovunum. Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið savna fólk úr Føroyum og hinum Norðurlondunum til ein dag um vitlíki, journalistikk og public service. Vit deila ítøkiligar royndir og umrøða ábyrgdina hjá miðlunum í einum samfelagi í broyting.

06.11.2026 · Smæran

Skrá

Føroysk tíð · 09:00–15:00

Vælkomin og setan

Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið

Vitlíki broytir heimin – hvat merkir tað fyri miðlarnar?

Ida Ebbensgaard, Journalistur, rithøvundur og orðstýrari · Danmark

Vitlíki í redaktionella arbeiðinum hjá einum norðurlendskum public service-miðli

Ragnhildur Hrefna Thorlacius, Varaleiðari á tíðindadeildini hjá RÚV · Ísland

Kaffisteðgur

Kaffi og høvi at hitta hinar luttakararnar.

Frá vitlíkisroyndum til dagligt miðlaarbeiði: Varðveit stýringina

Mats Lewan, Framtíðargranskari, rithøvundur og tøknijournalistur · Svøríki

Smá samfeløg, stórar avgerðir – vitlíki og tøknilig menning

Hjálmar Gíslason, Formaður fyri íslendska vitlíkisarbeiðsbólkinum; stovnari og forstjóri í GRID · Ísland

Heildarætlanin fyri vitlíki – føroyska støðan og næstu stigini

Jaspur Højgaard, Ráðgevi hjá VILT – Vitlíkistænastan · Føroyar

Miðmáli

Praktiskar royndir við vitlíki sum amboð í Danmarks Radio

Lasse Funder Andersen, Leiðari fyri vitlíkisloysnum í DR · Danmark

Føroyskar røddir: stutt innlit í vitlíki og miðlar í Føroyum

5–6 føroyingar, umleið 5–6 minuttir hvør.

Stuttur steðgur og uppseting til samrøðu

Ein stuttur steðgur undan felags samrøðuni.

Felags samrøða: Hvat kunnu vit læra hvør av øðrum?

Samandráttur og endi

Vit taka saman um høvuðsspurningarnar og ta vitan, sum vit hava fingið um samanspælið millum miðlar og vitlíki.

Røðarar

Hitt fólkini, sum deila royndir og sjónarmið úr Føroyum og hinum Norðurlondunum.

Ida Ebbensgaard

Ida Ebbensgaard

Journalistur, rithøvundur og orðstýrari · Danmark

Ida Ebbensgaard er journalistur, rithøvundur og orðstýrari við royndum frá m.a. DR, Berlingske og Zetland. Hon hevur kannað, hvussu vitlíki broytir miðlar og samfelag, og skrivað bókina Ægte – en lille bog om kunstig intelligens. Á ráðstevnuni setur hon orð á, hvat tøkniliga menningin merkir fyri miðlarnar.

Foto: Klaus Holsting
Ragnhildur Hrefna Thorlacius

Ragnhildur Hrefna Thorlacius

Varaleiðari á tíðindadeildini hjá RÚV · Ísland

Ragnhildur Hrefna Thorlacius er varaleiðari á tíðindadeildini hjá RÚV. Hon arbeiðir við vitlíkisspurningum á stovninum, m.a. at dagføra reglurnar fyri nýtslu av vitlíki, við serligum denti á tíðindaarbeiðið. Framløgan tekur støði í ritstjórnarliga arbeiðinum hjá einum norðurlendskum public service-miðli.

Mats Lewan

Mats Lewan

Framtíðargranskari, rithøvundur og tøknijournalistur · Svøríki

Mats Lewan er framtíðargranskari, rithøvundur og tøknijournalistur við bakgrund í verkfrøðiligari alisfrøði og meira enn trimum áratíggjum av royndum við at umrøða tøkni og ávirkan hennara á fólk og samfelag. Hann er fyrrverandi leiðandi ritstjóri á svenska tøknitíðarritinum Ny Teknik og arbeiðir í dag við framtíðarútlitum, vitlíki og orkuskiftinum, eitt nú hjá svenska felagsskapinum Power Circle, sum arbeiðir við at leggja um til ravmagn. Arbeiði hansara kannar ikki bert, hvat nýggj tøkni kann gera, men eisini hvussu vit kunnu brúka hana uttan at missa menniskjaligar førleikar, metingarevni og ábyrgd.

Hjálmar Gíslason

Hjálmar Gíslason

Íverkseti, stovnari og forstjóri í GRID · Ísland

Hjálmar Gíslason var formaður fyri arbeiðsbólkinum, sum í 2026 gjørdi tilmæli til nýggju íslendsku vitlíkisstrategiina undir heitinum »Gervigreind til góðs«. Hann er stovnari og forstjóri í GRID og nevndarlimur í íslendsku máltøknifyritøkuni Miðeind, sum mennir vitlíkisamboð til at arbeiða við talu og teksti. Á ráðstevnuni deilir hann royndir úr íslendska strategiarbeiðinum og setur ljós á tær avgerðir, sum smá samfeløg standa fyri.

Jaspur Højgaard

Jaspur Højgaard

Ráðgevi hjá VILT – Vitlíkistænastan · Føroyar

Jaspur Højgaard er ráðgevi hjá VILT – Vitlíkistænastan. Gjøgnum VILT hevur hann verið verkætlanarleiðari fyri bæði forkanningina og sjálva heildarætlanina fyri vitlíki. Á ráðstevnuni gevur hann eitt føroyskt innlit í heildarætlanina fyri vitlíki: hvar vit standa, og hvørji næstu stigini eru.

Lasse Funder Andersen

Lasse Funder Andersen

Leiðari fyri vitlíkisloysnum í DR · Danmark

Lasse Funder Andersen leiðir arbeiðið við vitlíkisloysnum í tíðindadeildini hjá DR. Hann hevur bakgrund í journalistikki, ritstjórn og dátuvísindum og arbeiðir við amboðum til tíðindastovuna. Á ráðstevnuni leggur hann fram praktiskar royndir við at nýta vitlíki sum amboð í Danmarks Radio.

Smæran · Tórshavn

Praktisk kunning

  • Ráðstevnan er fríggjadagin 6. november 2026 kl. 09:00–15:00 í Smæruni í Tórshavn.
  • Tað er ókeypis at luttaka á staðnum ella fylgja stroymingini. Vel luttøkuhátt í tilmeldingini í Luttaka. Pláss er fyri 120 luttakarum á staðnum. Stroymileinkið verður sent við telduposti umleið ein tíma áðrenn byrjan.
  • Framløgurnar verða á føroyskum, donskum/svenskum og enskum.